2023-08-15 10:43

Í gjárkvøldið um 22 tíðina var gangurin frá koyrandi skutarum í Vestmanna so nógvur, at ringt varð til løgregluna fyri at kæra sína neyð.
Hildið varð, at um 20 skutarar, fleiri teirra helst tunaðir eftir ganginum at døma, koyrdu kringum í bygdini og órógvaðu kvøldarfriðin.
Løgreglan sendi eina patrúlju norður til Vestmanna, men tá bygdin fær vitjan av akfari hjá politinum, so er skjótt, at boðini fara runt, so tá politistarnir komu fram, vóru ongir skutarar at síggja ella hoyra.
Men órógvaðu vestmenningarnir fingu frið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald