- Um ikki Skúvoy fær eina íbinding frá komandi Suðuroyartunnilinum, so hevur okkara oyggj ikki langa tíð eftir, har fólk búgva.
Tað er boðskapurin í innsavningini av undirskriftum, seinapartin varð latin løgmanni.
Tilsamans vóru 870 undirskritir handaðar Akseli V. Johannesen, løgmanni.
Skúvoyingar vísa á, at tað er órógvandi, at einki hoyrist frá politikarunum, og harumframt eru teir vitandi um, at partar av nevndini í tunnilstoyminum ikki eru serliga áhugaði í at gera tunnil til Skúvoyar.
Men ein góð loysn liggur klár, so ein íbinding til Skúvoyar ber væl til, um viljin er til staðar, leggja skúvoyingarnir dent á í skrivi til politikararnir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald