Tað hevur verið væntað í fleiri vikur. Og nú sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskij, eitt ein nýggjur kapittul í krígnum er byrjaður:
Slagið um Donbas.
- Vit kunnu siga, at russiskar herdeildir nú hava byrjað slagið um Dunmas, sum tey hava fyreika seg til leingi, segði forsetin í eini videorøðu í gjár.
Boðini eru enn ikki váttað frá russiskari síðu, men fyrr í gjár ljóðaði frá russiska verjumálaráðnum, at Russland hevði byrjað hernaðarlig álop fleiri staðni í Ukraina. Tað skrivaði tíðindastovan Reuters.
Til dømis varð landsluturin Dnipropetrovsk í eystara parti av Ukraina álopin mánamorgunin. Her hevur lokali guvernørurin upplýst, at eitt álop á høvuðsbýin Dnipro, hevur oyðilagt stóran part av infrakervinum í býnum, skrivar tv2.dk.
Harumframt hava russiskar deildir á gjár fingið tamarhald á býnum Kreminna í Luhansk landslutinum – eisini har eysturi í Ukraina. Tað upplýsti Gergiy Gaidai, guvernørur, á appini Telegram.
Sambært guvernørinum vóru fýra sivilir ukreinir skotnir, tá tey royndu at rýma úr býnum.
Men tað var serliga har vesturi – í býnum Lviv – at Russland í gjár megnaði at gera størsta skaða. Her doyðu minst sjey fólk, harav fleiri sivilfólk, av fimm russiskum rakettum.
Donbas er ein umstríddur landspartur har eysturi í Ukraina, og hevur verið stríðskjarnin bæði undan og undir krígnum.
Talan er um økini Donetsk og Luhansk, og russiskar deildir hava í fleiri vikur brynjað herdeildirnar her til tess at fremja eitt stórt álop.
Longu fyrst í apríl hoyrdist frá bæði russiskum og ukrainskum talsfólkum, at Russland hevði skift fokus frá høvuðsstaðarøkinum við Kyiv til økið longuri eysturi í Donbas-landspartinum.
Sunnukvøldið segði Zelenskij forseti eisini, at stórálopið nú nærkaðaðist við stórum fetum.
- Tey ynskja bókstaviliga at oyðileggja og drepa Donbas. Tey vilja oyðileggja alt, um einaferð gav hesum landsluti sín stórleika, segði hann sunnudagin í eini røðu til tjóðina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald