Innanlands

Slakar 21 milliónir í 2020

Inntøkan hjá Runavíkar havn í 2020 gjørdust nakað minni enn væntað

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-05-15 14:53 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Inntøkan hjá Runavíkar havn í 2020 var slakar 21 mió. krónur, og nettovinningurin var á leið 9,4 mió. krónur. Hetta er eitt vet lakari enn í 2019, og orsøkin til hetta er, at inntøkurnar gjørdust nakað minni enn væntað.

– COVID-19 sóttin hevði ta avleiðing, at ferðamannaskipini, sum frammanundan høvdu fráboðað komu, settust aftur en bloc, og annar partur av orsøkini er, at Runavíkar havn av umhvørvisávum hevur sett upp eina skrá yvir skip, sum ikki fáa akkers- ella bryggjupláss aftur, fyrrenn hesi hava bøtt um ávís viðurskifti larmi og royki viðvíkjandi. Tað hevur eydnast í onkrum hendinga føri, - men enn hava útgerðarfeløgini væl eftir at gera fyri at røkka einum rímiligum støði. Annars verður áhaldandi arbeitt við landstreymsmálinum, skrivar Runavíkar kommuna á heimasíðuna.

Seinastu 11 árini – 2010-2020 – hevur umsetningurin hjá Runavíkar havn tilsamans verið 162,11 mió. krónur. Útreiðslurnar hava verið 95,493 mió. krónur, og samlaði nettovinningurin í hesum 11-ára skeiðnum hevur verið 66,617 mió. krónur.

Árið 2020 var eitt broytingarár hjá Runavíkar havn. Tað var fyrsta árið, í áleið 20 ár, at veruligur linjutrafikkur aftur hevur verið til og frá Runavíkar havn. Samskip og Runavíkar kommuna/havn gjørdu tíðliga í fjør sáttmála, sum hevði við sær, at Samskip seinni á árinum flutti flutningsvirksemi inn á Skálafjørðin, og OCD/Smyril Line fyrieika nú bygging av terminali á nýggju útfyllingini í Heiðunum, og sáttmáli er undirskrivaður við J & K Petersen um at byggja út Bakkabrúnna, nú Bakkafrost víðkar um flotan og byggir væl størri skip til rávøruflutningin inn á virkið á Glyvrum.

Runavíkar kommuna skrivar, at sjey ferðamannaskip eftir ætlan skuldu vitja Runavíkar havn í 2021, men nógv bendir á, at árið í ár verður líka soltið sum 2020 hesum viðvíkjandi.

Upplýst verður, at sjey onnur ferðamannaskip hava boðað frá komu í 2022.

– Vónandi er sóttin tá fjarað somikið, at ferðamannastreymurin verður meiri vanligur aftur í Føroyum.

Les meira her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder