Innanlands

Slaktið verður í Tórsgøtu leygardagin

- Ætlanin er at vísa á, hvussu nógv vit í veruleikanum kunnu fáa burtur úr føroyska tilfeinginum

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-09-09 09:32 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eins og seinastu trý árini verður Slaktið hildið í Tórsgøtu í Havn komandi leygardag, 14. september. Livandi kríatúr, so sum seyðir, ross og kálvar, vera á staðnum, og ein kúgv og seyðir verða flettir – ein upplagdur møguleiki at vísa eftirkomarum, hvussu matur verður fingin til vega.

Føroyskir kokkar fara at grilla lambs- og neytakjøt, føroyskar fyritøkur fara at bjóða smakkiroyndir og selja ymiskar mat- og landbúnaðarvørur, og møguleiki verður eisini at fáa hvest sínar knívar á staðnum.

Anna og Óli Rubeksen, sum hava heimablídni á Velbastað, fara at bjóða ræsta súpan og leggja fram um nýggju bókina ‘Tá ókunnufólk kom á leið’. Eisini fer Faroesheep at selja føroysk seyðaskinn og ponyríðing verður í Vágsbotni, umframt mangt annað.

Endamálið við tiltakinum er at seta sjóneykuna á dýrabara tilfeingið, sum vit føroyingar fáa frá jørðini – bæði frá djórum, sum til dømis seyði og neytum, til grønmeti, sum til dømis rabarbum og rótum. Ætlanin er at vísa á, hvussu nógv vit í veruleikanum kunnu fáa burtur úr tilfeinginum, og hvussu vit kunnu gagnnýta tilfeingið á besta hátt.

 - Ynskt verður, at so nógv fólk sum møguligt koma til tiltakið og fáa eyguni upp fyri møguleikunum í tí fantastiska tilfeingi, ið okkara jørð hevur at bjóða. Tí er ókeypis atgongd, og tað allarmesta á tiltakinum er ókeypis, sigur Kári Sørensen, ein av stigtakarunum.

Tiltakið byrjar kl. 10 leygardagin, 14. september, og steðgar umleið kl. 16. 

Sí myndir frá Slaktinum í fjør

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder