2026-07-24 07:57
Løgreglan var aftur í gjár úti við lasaranum og tað vóru fleiri bilførarar, sum ikki kláraðu at halda seg til loyvdu hámarksferðina.
Ein bilførari sum koyrdi norð eftir í Kollfjarðartunlinum varð tikin fyri at koyra 149 km/t. Hetta er so mikið nógv, at hann misti koyrikortið á staðnum og slapp heldur ikki at koyra víðari.
Á vegastrekkinum millum Kaldbaksbotn og Kaldbak varð ein tikin fyri at koyra 109 km/t, sum gevur eitt klipp umframt bót.
Umframt tað var ein treytað frádøming á Skálafjarðarvegnum, har ein bilførari koyrdi 114 km/t í óbygdum øki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald