
Ein ungur maður, sum varð handtikin av løgregluni týsdagin er nú latin leysur aftur eftir grundlógaravhoyring.
Løgreglan hevði ynski um at fongsla mannin fyribils, men dómarin í Føroya Rætti metti ikki, at grundarlag var fyri at seta mannin í varðhaldsfongsul.
Maðurin, sum er undir 20 ára aldur, varð handtikin eftir fráboðan um eina harðskapshending leygarmorgunin, tá hann fór inn í eini hús í høvuðsstaðnum, har hann framdi harðskap móti einum javngomlum manni, ið varð so mikið grovur, at hesin mátti undir læknahond.
Løgreglan metti hendingina so álvarsliga, at maðurin skuldi varðhaldsfongslast. Men tað metti dómarin ikki, tá grundlógarhoyr var í gjár.
So maðurin sleppur undan at skula inn at sita. Skuldsetingarnar móti honum eru tó ikki sleptar. Hann verður kallaður fyri rættin, tá ákæriritið móti honum er orðað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald