Uttanlands

Sláturvirki hjá Danish Crown í Ringsted letur uppaftur

10. august lat virkið aftur, eftir at nógv starvsfólk vórðu blivin smittað við korona – Í dag letur virkið upp, og fleiri smittufyribyrgjandi tiltøk eru sett í verk

Starvsfólk møtir til arbeiðis á sláturvirkinum í Ringsted (Mynd: Ritzau)

Starvsfólk møtir til arbeiðis á sláturvirkinum í Ringsted (Mynd: Ritzau)

2020-08-21 07:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

10. august lat sláturvirkið hjá Danish Crown í Ringsted aftur, eftir at nógv starvsfólk høvdu fingið staðfest korona, men í dag letur virkið uppaftur.

Síðan sláturvirkið lat aftur fyri góðum tveimum vikum síðani, hevur smittutalið verið minkandi, og starvsfólkini eru vorðin kannað fleiri ferðir. Tí metir Danish Crown, at tað er ráðiligt at lata upp aftur.

1.000 starvsfólk arbeiða á virkinum, sum síðan síðst í juli hevur havt 165 smittutilburðir, skrivar Ritzau.

Í august, tá økingin í smittutilburðum var stór, setti Danish Crown eina røð av tiltøkum í verk, sum skuldu minka um vandan fyri smittuspjaðing á sláturvirkinum. Somu tiltøk eru aftur galdandi.

Millum annað skal fepur takast av starvsfólkunum, tá tey møta til arbeiðis, og er hitin hægri enn 37,8 stig, verða tey send heim. Starvsfólkini skulu eisini vera í munnbindi, tá tey arbeiða.

Eisini skulu starvsfólkini javnan kannast fyri korona. Í komandi viku skulu tey kannast tvær ferðir, og hareftir skulu tey kannast eina ferð um vikuna. Hvussu leingi hetta verður galdandi er enn ikki greitt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder