Mentan

Sleep on It: Nýtt sjónbandalag frá Eivør

Sjónbandalagið varð filmað og framleitt í Íslandi. Tómas Lemarguis, ið er kendur úr "Blade Runner 2049" og "X-Men: Apocalypse" leikar høvuðsleiklutin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-07-14 18:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyri tveimum vikum síðan gav Eivør út staklagið "Sleep on It" frá komandi fløgu útgávu hennara SEGL, sum verður tøk 18. september.

Í dag kom so sjónbandalagið, ið hoyrir til nýggjasta staklagið.

Um nýggja sjónbandalagið greiðir Eivør soleiðis frá:

– Sjónbandalagið varð filmað og framleitt í Íslandi í ruðuleikanum av sóttarhaldi, COVID-19 og allari óvissuni, sum fylgdi við. Dugnaligi Einar Egils hevur framleitt, og Tómas Lemarguis, sum vit m.a. kenna frá ”Blade Runner 2049”, og ”X-Men: Apocalypse”, leikar høvuðsleiklutin.

Søgan er skrivað av Einari og Elias K. Hansen.

Stemningurin er rættiliga myrkur og er ein tulking av sanginum, sum m.a snýr seg um svøvnloysi og um truplar avgerðir, ein er noyddur at taka í lívinum.

Teirra tulking ljóðar soleiðis:

Heimurin er í upploysn. Tey núlivandi eru niðurbundin og hava verið tað so leingi, tey minnast. Tey eru frá sær sjálvum. Tey trúgva, at Eivør er einasta vónin, um tey skulu yvirliva, og tí má hon offrast. Við hesari offring fella tey í ein ævigan, friðfullan svøvn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder