2021-03-26 16:05

Stutt eftir klokkan níggju í gjárkvøldið varð bjargingarbáturin Tanum boðsendur at sleipa ein útróðrarbát.
Báturin var uppsteðgaður innan fyri Gulan í Nólsoyarfirði, og bað maðurin umborð um at fáa sleip til Havnar. Helst var talan um onkrar maskintrupulleikar, sigur vakthavandi á MRCC-støðini.
Tanum var hjá bátinum og byrjaði at sleipa klokkan 21.40, og beint áðrenn klokkan hálvgum ellivu varð boðað frá, at útróðrarbáturin var komin á Havnina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald