2021-03-07 15:04

Um middagsleitið í gjár vóru boð eftir bjargingarbátinum Rescue Sverri, í sambandi við, at ein útróðrarbátur hevði fingið um skrúvuna.
Báturin, sum tørvaði hjálp var staddur í Sandshavinum, sambært Vørn.
Sverri sleipaði útróðrarbátin inn á Miðvág seinnapartin. Sleipið tók tveir tímar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald