Innanlands

Sleipaði útróðrarbát og trolara á Klaksvík

Tvær ferðir í gjár vórðu boð eftir Brimli

Brimil (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Brimil (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2022-03-07 13:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár varð tvær ferðir boð eftir Brimli. Talan var um ein útróðrarbát og ein trolara, sum høvdu brúk fyri sleipi, skrivar Vørn.

Klokkan 8.45 varð boðað frá, at ein útróðrarbátur hevði trupulleikar í Norðhavinum, og fór Brimil at sleipa hann til Klaksvíkar.

Báturin kom inn tveir og ein hálvan tíma seinni.

Klokkan 11.25 varð síðani boðað frá, at trolarin Stelkur, sum var staddur eystanfyri, hevði brúk fyri sleipi vegna maskinbrek.

Brimil og Stelkur komu til Klaksvíkar seint í gjárkvøldið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder