Mentan

Sleppa at svimja aftur

Svimjihøllin í Klaksvík letur upp aftur mánadagin, men vælveruøkið og hitarúm verða framhaldandi stongd orsakað av korona

Nú lata tey upp aftur í Svimjihøllini í Klaksvík (Mynd: Klaksvik.fo)

Nú lata tey upp aftur í Svimjihøllini í Klaksvík (Mynd: Klaksvik.fo)

2020-08-15 07:34 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tann 6. august lat Svimjihøllin í Klaksvík aftur tí illgruni var um, at koronasmittaði høvdu vitjað í høllini. Síðani er staðfest, at soleiðis ikki var, men svimjihøllin hevur verið stongd síðani.

Men nú sleppa klaksvíkingar og onnur aftur at svimja, tí mánadagin letur upp aftur, boðar Klaksvíkar kommuna frá. Tað verður tó við avmarkingum.

Svimjihylarnir verða tøkir til nýtslu, men vælveruøkið og hitarúm verða framhaldandi stongd.

Mint verður á, at vitjandi skulu halda almennu korona-tilmælini, sigur Klaksvíkar kommuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder