Uttanlands

Sleppa bert at hava fýra gestir á jólum

Fyri at avmarka talið á nýggjum smittutilburðum og fyri at vinna sær tíð at fáa fleiri fólk koppsett, letur Holland aftur í dag

Tað slapst ikki undan at lata landið aftur, sigur Mark Rutte, forsætisráðharri í Hollandi (Mynd: EPA)

Tað slapst ikki undan at lata landið aftur, sigur Mark Rutte, forsætisráðharri í Hollandi (Mynd: EPA)

2021-12-19 11:27 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Frá í dag eru nýggj, strang tiltøk galdandi í Hollandi.

Barrir, matstovur, søvn, biografar og sjónleikarhús eru stongd, og handlar, sum ikki vera mettir at selja neyðuga vøru, skulu eisini lata aftur. Umframt hetta skulu skúlar vera stongdir frá mánadegnum og fram til 9. januar.

Umframt hetta eru eisini avmarkingar settar fyri, hvussu nógv fólk mann sleppur at fáa á vitjan. Fólk sleppa at fáa tveir gestir, men á jólum er loyvt at hava fýra fólk á gátt.

Orsøkin til hesi tiltøkini er, at myndugleikarnir ynskja at avmarka talið á nýggjum smittutilburðum orsakað av Omikron-frábrigdinum, segði Mark Rutte, forsætisráðharri á tíðindafundi leygarkvøldið.

– Hetta var ikki til at sleppa undan, segði forsætisráðharrin, sum segði seg harmast um støðuna.

Hollendsku myndugleikarnir ynskja eisini at fáa tíð til at geva so nógvum sum gjørligt triðja prikið. 

Á tíðindafundinum var eisini upplýst, at Omikron fór at gerast dominerandi frábrigdið áðrenn ársskiftið, og um einki var gjørt nú, fór støðan á sjúkrahúsunum helst at gerarst ógjørlig at handfara. Har er vanliga virksemið nevniliga nógv skert fyri at gera pláss fyri koronusjúklingum, skrivar Ritzau.

Tiltøkini, sum nú eru sett í verk, eru galdandi til 14. januar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder