Uttanlands

Sleppa ikki at brúka orðið "Brexit"

Orðið eigur bert at verða brúkt í søguligum samanhangi, og eigur mann frameftir heldur at siga "31. desember 2020", eru boðini til embætisfólk hjá bretsku stjórnini

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-01-01 18:11 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Embætisfólk hjá bretsku stjórnini eru nú biðin um at steðga við at brúka orðið "Brexit", tá tey tosa um skilnaðin millum ES og Stórabretland.

Í staðin verður heitt á tey um at brúka dagfestingina fyri dagin, bretar endiliga fóru úr ES – 31. desember 2020.

Embætisfólk eiga framyvir bert at brúka orðið "Brexit" í søguligum sambandi, verður sagt.

Starvsfólk hjá bretsku stjórnini eru eisini biðin um ikki at brúka orðið "skiftistíð", sum sipar til tíðina, bretar og ES brúktu til at finna eina semju um treytirnar fyri skilnaðin og framtíðarsamstarvið millum partarnar, skriva fleiri bretskir miðlar, m.a. Daily Mail.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder