Russiski stovnurin fyri samskiftiseftirlit, kunningartøkni og miðlum, Roskomnadzor hevur heitt á russiskar miðlar um at gevast við at lýsa støðuna í Ukraina sum ágangur, innrás ella kríggj.
Samstundis finst stovnurin at Novaya Gazeta, ein av størstu óheftu bløðunum í landinum fyri at spjaða "óálítandi og falska kunning" um russisk álop á ukrainskar býir og dráp av sivilfólkum.
Sambært DR hevur Roskomnadzor fyrr gjørt tað ólógligt hjá russiskum miðlum at gera søgur við keldum, sum ikki koma úr Russlandi.
Sambært BBC hevur Russland eisini avmarkað atgongdina til Facebook. Orsøkin er, at Facebook heldur á at fakta-kanna tilfar frá russiskum tíðindamiðlum.
Roskomnadzor leggur Facebook undir at "sensurera" og gera seg inn á "rættindini og frælsið hjá russiska fólkinum".
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald