Meginparturin av teimum fimm mió. íbúgvunum í avstralska stórbýnum Sydney hava fingið forboð móti at ferðast úr býnum komandi vikuna, sigur leiðarin í statinum New South Wales, Gladys Berejiklian.
Orsøkin er, at yvir 30 persónar í býnum seinastu vikurnar eru staðfestir smittaðir við Delta-frábrigdinum, sum fyrst varð funnið í India í fjør.
Hetta er tað seinasta í einari røð av smærri smittuútbrotum, sum eru staðfestir í Avstralia seinastu mánaðirnar.
Ein stórur partur av borgarunum í teimum sjey kommununum í Sydney eru umfataðir av ferðabanninum. Íbúgvar í Sydney sleppa heldur ikki at fáa fleiri enn fimm gestir á vitjan í heimi teirra komandi vikuna, og ei heldur sleppa teir at dansa ella at standa uppi á skeinkistøðum og matstovum. Kapasiteturin á øllum ítróttavøllunum í býnum skal eisini minka niður í helvt, skrivar Ritzau.
Seinasta smittuútbrotið í Sydney er sett í sambandi við ein sjafør, sum hevur havt sum uppgávu at koyra altjóða flogmanningar til og frá sóttarhaldshotellunum í býnum.
Annars hevur tað gingið væl við at handfara koronafarsóttina í Avstralia. Í landinum búgva yvir 25 mió. fólk, og landið hevur seinasta árið skrásett gott 30.000 smittutilburðir og 910 andlát. Í støðum liva fólk nú næstan sum áðrenn korona.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald