
Tað vakti ans, tá tað fyrst í hesum mánaðinum kom fram, at Sjúkrahúsverkið hevði koppsett fólk, sum ikki vóru umfataði av koppsetingarkunngerðini.
Í ávísum førum var frágreiðingin tann, at mann ynskti at forða fyri, at avlopsskamtar fóru fyri skeytið, og nú hevur Sjúkrahúsverkið fingið heimild at gera júst hetta, um tað aftur skuldi hent, at skamtar leypa av.
Tað stendur í nýggjari kunngerð frá Heilsumálaráðnum, sum er kunngjørd í dag, og sum kemur í gildi í morgin.
Í kunngerðini stendur m.a. soleiðis:
– Um so er, at skamtur loypur av tann dag koppsett verður, kann Sjúkrahúsverkið koppseta onnur enn tey í stk. 1 nevndu bólkunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald