Hægstirættur í Russlandi heldur fast við sína avgerð um at sýta fyrrverandi sjónvarpsjournalisti at stilla upp til russiska forsetavalið í mars.
Tað upplýsir journalisturin, Jekaterina Duntsova, sjálv í dag, skrivar Reuters.
Duntsova hevði sett sær fyri at stilla upp til forsetavalið í mars við tí máli at støðga russiska krígnum í Ukraina.
Fyri fáum døgum síðani vísti russiska valnevndin hennara umsókn aftur. Grundgevingin var “villur í skjølunum”, sum hon hevði sent inn.
Eftir avgerðina boðaði Dontsova frá, at hon fór at kæra til hægstarætt, men landsins ovasti dómstólur sýtir fyri at kolldøma avgerðini hjá valnevndini, skrivar Dontsova á Telegram.
Sitandi forseti, Vladimir Putin, váttaði fyrr í hesum mánaðinum, at hann stillar uppaftur til forsetavalið.
Russiskir andstøðingar vísa á, at avgerðin hjá valnevndini um at forða fyri, at Duntsova kann stilla upp, er eitt tekin um, at andstøðan í veruleikanum ikki hevur møguleika fyri at stilla nakað valevni upp til forsetavalið.
Russiska tíðindastovan, RIA, skrivaði í vikuni um umsóknina hjá Jekaterinu Duntsova, og her stóð, at Duntsova er fíggjað av oligarkinum Mikhail Khodorskovsky, sum er flýddur úr landinum, og nú verður lýstur sum ein útlendskur agentur.
71 ára gamli Vladimir Puten stendur til at vinna forsetavalið greitt. Sambært stjórnini í Kreml fer Putin at vinna valið, tí umleið 80 prosent av fólkinum í landinum stuðlar russisku innrásini í Ukraina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald