Í nátt bleiv ein persónur handtikin fyri at hava sligið ein annan uttanfyri eina matstovu í høvuðsstaðnum.
Persónurin varð koyrdur til Klaksvíkar at sita, og er hann síðani leyslatin aftur.
Løgreglan sigur, at viðkomandi er skuldsettur fyri brot á politiviðtøkurnar, men at tað kann vera, at persónurin verður skuldsettur fyri harðskap seinni.
Annars fekk løgreglan eisini fráboðan um ein óðan mann á einum skeinkistaði í Havn, og tað endaði við, at maðurin varð burturvístur.
Annars hevur løgreglan eisini hjálpt fólki, sum hava verið ov full og vóru dottin. M.a. hevur løgreglan hjálpt einum fullum ferðafólki, sum ikki fann heim. Viðkomandi fekk tó greitt frá, at hann búði á einum langum hotelli við grasi á takinum, og sostatt koyrdi løgreglan hann niðan á Hotell Føroyar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald