Innanlands

Sló ein duravørð

Viðkomandi varð handtikin í Klubbagarðinum og verður skuldsettur fyri harðskap. Á Tvøroyri tók sjúkrabilur ein kaldan og sovandi unglinga upp klokkan fimm í morgun, og um somu tíð var neyðaróp í høvuðstaðnum, men eingin varð funnin

2020-10-11 10:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjárkvøldið og í nátt varð málrættað átak framt viðvíkjandi skeinkiloyvum í Tórshavn og í Klaksvík, har alt var í lagi. Nógv fólk vóru úti, og lagið var gott, upplýsir vakthavandi á politistøðini í høvuðstaðnum.

Tað var tó eitt keðiligt mál - júst í høvuðsstaðnum. Um trý-tíðina varð harðskapur fráboðaður, Ein persónur varð handtikin í Klubbagarðinum fyri at hava sligið ein duravørð. Í løtuni svevur viðkomandi rúsin av, og síðani verður hann skuldsettur fyri harðskap.

Um fimm-tíðina í morgun hoyrdu sjúkrarøktarfrøðingar eitt róp um hjálp, tá eitt vindeygað varð latið upp fyri at lufta út. Tríggjar patruljir, har hundar eisini vóru við, fóru at leita ymsastaðni - heilt yvir í Vágsbotn og við Molan. Har varð tó eingin funnin, ið var í neyð. Vakthavandi sigur, at tað vónandi ikki var nakað, men at eingin ivi var um, at har var eitt róp um hjálp.

Um somu tíð sum tann fráboðanin kom, tók ein sjúkrabilur á Tvøroyri ein unglinga upp. Ein persónur, ið var á veg heim frá arbeiði, fann ein ungan persón sum lá og svav ímóti einum garði við SEV-virki. Unglingin var kaldur, skalv eitt sindur, og sjúkrabilurin koyrdi hann heim.

Vakhavandi upplýsir eisini, at tað í løtuni er ein stórur steinur á vegnum millum neystið hjá Argja Róðrarfelag og bátahylin. Fráboðan um hetta kom fyrrapartin í gjár. Steinurin er trillaður oman frá einum grundstykki, ið arbeitt verður á í løtuni. Steinurin er so mikið stórur, at tað ikki er so lætt at koyra har. Løgreglan fekk ikki bara flutt hann í bræði, og tað er upp til tey sum eiga grundstykki at fáa steinin burtur. Hetta verður gjørt í morgin, mánadagin, tá útgerðin er komin uppá pláss.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder