Mentan

Slóðbrótandi avtala um at menna filmsspírar

Kringvarpið, Tórshavnar kommuna og Klippfisk (limafelagið) hava skrivað undir samstarvsavtalu

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2019-07-02 17:24 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í farnu viku skrivaðu Kringvarp Føroya, Tórshavnar kommuna og Klippfisk (limafelagið) undir samstarvsavtalu um Klippfisk. Tað skrivar heimasíðan hjá kommununi.

Klippfisk er eitt filmsvakstrarumhvørvi fyri ung. Sum nakað nýtt kemur Kringvarp Føroya inn í samstarvið, har dentur m.a. fer at verða lagdur á menning av dokumentarøkinum, umframt at KVF luttekur við útgerð og ráðgeving.

Klippfisk varð upprunaliga stovnað í 2005 at virka fyri m.a. at fáa films- og videoumstøður til vega og virka fyri at reka ein filmsverkstað. Frá byrjan av hevur Tórshavnar kommuna stuðlað virkseminum við árligum rakstrarstuðli til at keypa útgerð, hýst virkseminum o.a. Hesi farnu 14 árini hevur Klippfisk havt týðandi leiklut í at menna fleiri av teimum filmsfólkunum, sum í dag mynda føroyska filmslist.

Í 2017 gjørdu Tórshavnar kommuna og Klippfisk samstarvsavtalu, har virksemið varð lagt uppat Hugskotinum í nýskaparumhvørvinum í Sjóvinnuhúsinum, har tað eru verkstovuhølir, útlán av útgerð, ráðgeving, skeið í samstarvi við Kvøldskúlan.

Nú er samstarvið so víðkað við Kringvarpinum og kemur tað at geva virkseminum eitt enn betri grundarlag, bæði við vitan, netverki, útgerð og útbreiðslu. Mentamálanevndin í Tórshavnar kommunu letur 450.000 kr. til virksemið í ár og ætlandi minst somu upphædd í 2020.

Farnu tvey árini hevur Beinta Haraldsen starvast sum samskipari í Klippfisk, men tekur nú við nýggjum avbjóðingum sum samskipari í Hugskotinum. Nýggi samskiparin í Klippfisk er royndi filmsleikstjórin Anton Petersen, sum byrjar í starvinum í september.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder