Innanlands

Slóðbrótandi tunnilsljóðmynd nú á plátu

Slóðbrótandi ljóðmyndin “Æðr” bleiv skrivað til undisjóvartunnilin, ið sambindur Eysturoynna og Streymoynna

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2023-12-20 09:37 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Síðan Eysturoyartunnilin lat upp í 2020 hava koyrandi havt møguleika at lurta eftir nýskapandi ljóðmyndini, ið Jens L. Thomsen skapti til tunnilin. Nú kann ljóðmyndin fyri fyrstu ferð hoyrast á landi, tí hon er júst vorðin prentað á plátu. Plátan kemur út uttanlanda t. 26. januar 2024, men er longu tøk í Føroyum.

Slóðbrótandi ljóðmyndin “Æðr” bleiv skrivað til undisjóvartunnilin, ið sambindur Eysturoynna og Streymoynna. Eins og við aðrari list hjá Jens L. Thomsen er talan um eina staðbundna ljóðmynd, ið ikki einans fær íblástur úr tunlinum, men virkar í samværi við tunlinum. Ljóðini í ljóðmyndini eru upptikin í tunlinum, bygnaðurin avspeglar longdina á tunlinum, og rútmikkurin fylgir lampunum, ið fara framvið, meðan tú koyrir. Eisini miðilin, hvussu ljóðið røkkur lurtaran, valdi Jens at konseptualiesera kring tey útvarpstól, ið longu vóru í bilunum, sum koyrdu gjøgnum tunnilin. “Æðr” er eitt eindømi innan ljóðlist og er einasta ljóðmynd av sínum slag í heiminum.

Jens greiður frá um plátuna: “Eg ynskti at geva tunnilinum eina rødd, og tí eru allir partar av ljóðmyndini fast knýttir at tunlinum. Av tí at tú ikki kanst steðga í tunlinum, kanst tú einans hoyra ljóðmyndina, meðan tú koyrir. Tá eg avgjørdi at útgeva ljóðmyndina, valdi eg tí at prenta hana á eina plátu, ið eisini má flyta seg, fyri at tú kanst hoyra tónleikin. Rørsla gerst tí neyðug fyri at hoyra ljóðmyndina.”

Jens er eisini konsertaktuellur við ORKA, ið spælir útgávukonsert á loftinum hjá El-Service á Skála 22. desember.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder