2021-03-27 13:26

Í gjár vórðu aftur koppsetingar gjørdar á øllum trimum sjúkrahúsum, og tá vóru tilsamans 299 fólk koppsett.
Talan var um 267, sum fingu fyrru koppsetingina, og 32, sum fingu seinnu koppsetingina.
Tilsamans eru nú 9.956 koppsetingar gjørdar í Føroyum. 5.853 hava fingið fyrru koppsetingina, meðan 4.106 av teimum hava fingið báðar koppsetingar.
Sambært hagtølum frá corona.fo merkir hetta, at 11 prosent av føroyska fólkinum nú hevur fingið fyrru koppsetingina, meðan 7,7 prosent eru liðugt koppsett.
Les eisini: Sleppa nú at koppseta onnur enn tey í nevndu bólkunum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald