Eitt sokallað vatnbumbuflogfar er dottin niður, meðan tað var í gongd við at sløkkja náttúrueldar í avstralska statinum New South Wales. Trý fólk lótu lív í flogvanlukkuni, vátta myndugleikarnir fyri Sydney Morning Herald.
- Vit mistu sambandið við eitt Large Air Tanker-flogfar, meðan tað arbeiddi í einum øki nærhendis Snowy Monaro, ljóða boðini.
Vrakið av flogfarinum varð funnið við Cooma, í ein landnyðring úr Snowy Mountains har tey hava mist tamarhaldið á einum stórum náttúrueldi.
Eldurin hevur etið umleið 940 ferkilometrar av náttúru í økinum, skrivar AFP tíðindastovan.
Í dag hevur nógvur hiti og vindur aftur gjørt støðuna trupla í New South Wales, sum eins og fleiri aðrir statir í Avstralia, hevur havt nógvar náttúrueldar hesar seinastu mánaðirnar.
Fleiri staðir er hitin komin upp um 40 stig, og fleiri nýggir eldar eru tí staðfestir í dag, hósdag.
Eystan fyri høvuðsstaðin, Canberra, er ein eldur kyknaður, ið verður lýstur sum ”sera vandamikil”.
Her hava myndugleikarnir heitt á íbúgvarnar á staðnum um at leita sær skjól, tí tað er ov seint at skipa fyri, at tey kunnu verða flutt burtur, skrivar Reuters.
- Eldurin er ein hóttan fyri øll, sum eru nærhendis. Fólk í hesum býarpøtrum eru í vanda og skulu leita sær skjól umgangandi, ljóða boðini frá vanlukkutilbúgvingini.
Flogvøllurin í Canberra hevur í dag stongt fyri allari ferðslu orsaka av viðurskiftunum.
Síðan september hava 29 fólk latið lív í eldunum í Avstralia umframt djór í milliónatali.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald