Innanlands

Sløkkja Internet Explorer

26 ára gamli internetkagin hjá Microsoft verður nú søga. Í juni 2022 verður sløkt fyri Explorer

2021-05-21 13:06 Author image
Sverri Egholm
placeholder

15. juni 2022 verður seinasti dagur, har tú kanst brúka Internet Explorer. Tað hevur Microsoft kunngjørt.

Fyrsta útgávan av internetkaganum kom út fyri 26 árum síðani, í 1995.

Internetkagin Microsoft Edge, sum kom á marknaðin í 2015, er avloysarin til Explorer, sum hevði nógv tann størsta marknaðarpartin fyrst í hesi øldini, áðrenn kagar sum Google Chrome og Mozilla Firefox komu fram.

Sambært Statcounter er Chrome nógv mest brúkti kagin kring allan heimin við 64 prosentum. Safari hjá Apple hevur 18 prosent av nýtsluni, meðan Firefox og Edge liggja á góðum trimum prosentum hvør.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder