2023-11-10 12:50
Um middagsleitið hoyrdu fólk í høvuðsstaðnum nógvan útrykning, men tíbetur hevði tað lítið uppá seg.
Av løgreglustøðini verður sagt, at tað var ein fráboðan um eld í einari maskinu, og í slíkum førum verða kjansir ikki tiknir.
Tí vóru fleiri neyðsynjarakfør send avstað, og tað kann tykjast ógvusligt.
Tað var ein turbo á einari maskinu, sum varð blivin ov heit, men lítli eldurin varð sløktur við kaffi og sodavatn áðrenn sløkkiliðsbilarnir komu á staðið, upplýsir vaktleiðarin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald