Um illa vildi til kundi lagnan hjá vinnulívsmanninum og politikkaranum Poul Michelsen verið verri. Hann var staddur á ferð í Spania síðst í september, og fekk eina heilabløðing. Hann lá á sjúkrahúsi í fimm vikur, áðrenn hann slapp heimaftur til Føroyar.
Í samrøðu við Dimmalætting greiðir 75 ára gamli formaðurin í Framsókn frá, hvussu hetta fór fram, og hvussu tað hevur rakt hann.
At ferðast uttanlands er táttur, sum vinmenn úr HB frá 70’árunum hava fyri. Hesaferð var farið úr Føroyum til Spania.
Vinmenninir fóru ein dagin út at reika og njóta sponsku sólina men Poul Michelsen kendi á sær, at hann hevði tørv á at taka sær av løttum og vera eftir á gistingarhúsinum. Á middegi var hann farin á kamarið einsamallur, og hevði sett seg væl til rættis á svalanum at njóta friðin og sólina. Brádliga kendi hann seg ússaligan og illa fyri.
Alt fór alt í svart, og Poul veit ikki til sín aftur fyrr enn seint á kvøldi, stendur í longri samrøðu í nýggjastu útgávuni av Dimmalætting.
Tá vinmenninir um kvøldið komu aftur á gistingarhúsið varnaðust teir, at alt ikki ruggaði rætt og funnu Poul liggjandi á gólvinum.
Eftir fimm vikur á sjúkrahúsi í Spania og eina skurðviðgerð á sersjúkrahúsi, slapp Poul Michelsen aftur til Føroya.
- Í øllum meldrinum er tankin komin til mín, hvussu væl eg eri sloppin frá hendingini. Eg havi so ómetaliga nógv at vera takksamur fyri, sigur Poul Michelsen.
Øll samrøðan kann lesast í blaðnum, sum liggur í sølubúðunum, og við haldi ber til at lesa á dimma.fo her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald