Uttanlands

Slovakiski forsætisráðharrin skotin

Enn er óvist hvussu álvarslig støðan er hjá Robert Fico

Trygdarvørðar stuðla skotna forsætisráðharranum inn í bilin í býnum Hanlová

Trygdarvørðar stuðla skotna forsætisráðharranum inn í bilin í býnum Hanlová

2024-05-15 17:13 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein drápsroynd var í dag gjørd móti forsætisráðharranum í Slovakia, Robert Fico.

Tað váttar ein talsmaður í slovakiska innanríkisráðnum, sambært Reuters.

Fico varð skotin eftir ein stjórnarfund í býnum Hanlová, sum liggur í ein landnyðring úr høvuðsstaðin, Bratislava.

Hann varð í skundi fluttur til eitt sjúkrahús, haðani tað ljóðaði, at forsætisráðharrin var við vit, tá hann kom fram.

[object Object]Robert Fico hevur í trý skeið verið stjórnarleiðari í Slovakia (Mynd: EPA)

Í fyrstu atløgu ljóðaðu boðini úr sjúkrahúsinum, at støða hansara var stabil. Men seinni frætti Reuters tíðindastovan frá stjóranrskrivstovuni, at støðan var lívshóttanini. Her kom eisini fram, at forsætisráðharrin við tyrlu varð fluttur til eitt annað sjúkrahús – í býnum Bankska Bystrica.

At flutt hann til høvuðsstaðin, Bratislava, hevði tikið ov langa tíð, varð sagt.

Fico varð raktur av fleiri skotum, skriva miðlarnir.

Fyrstur at fordøma skottilburðinum var slovakiski forsetin, Zuzana Čaputová, og eisini forkvinnan í ES-nevndini, Ursula von der Leyen, gjørdi tað sama.

- Slíkar harðskapsgerðir eiga ikki pláss í okkara samfelag. Tað undirgravar fólkaræðið, skrivar von der Leyen á X.

Robert Fico hevur verið stjórnarleiðari í Slovakia í fleiri førum. Fyrst í árunum 2006 til 2010 og aftur millum 2012 og 2018.

Eftir at hann aftur gjørdist forsætisráðharri í oktober í fjør, er Fico komin við fleiri viðmerkingum, sum hava skatt viðurskiftini millum Slovakia og grannalandið Ukraina, skrivar AFP tíðindastovan.

Serliga hevur hann sett spurnartekn við sjálvsræðið hjá Ukraina og heldur mælt til at koma ásamt um eina semju við Russland, skrivar Ritzau. 

[object Object]Ein maður - helst gerningsmaðurin - varð handtikin á staðnum


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder