Eingin álvarsligur fólkaskaði var, tá tveir bilar rendu saman omanfyri Syðrugøtu tíðliga seinnapartin í gjár.
Tað var nakað eftir klokkan 13, at boðað varð frá óhappinum.
Onkursvegna endaði annar bilurin yviri í skeivari koyribreyt har hann rendi á ein mótkoyrandi bil.
Eitt fólk var í hvørjum bili, og tey vórðu koyrd á sjúkrahúsið til kanningar, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, sum leggur afturat, at burtsæð frá pínu í nakkanum sluppu tey væl frá hendingini.
Bilarnir vórðu tó vrak og máttu flytast av staðnum.
Óhappið tarnaði ferðsluna eina løtu, og vóru langar bilrøðir á staðnum. Løgreglan royndi at leiða ferðsluna eftir gamla vegnum oman til Syðrugøtu. Klokkan 14.30 boðaði løgreglan frá, at koyrandi var aftur sum vanligt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald