
Tað hevur aftur gingið sera væl hjá Effo P/F í 2021. Ársúrslitið gjørdist eitt avlop á 39,5 mió.kr., sum bert er 300 tkr. lægri enn í 2020, sum annars besta úrslit nakrantíð hjá Effo. Vinningsbýtið til partaeigararnar gjørdist 29 mió.kr.
Rakstrarroknskapurin
Samlaða sølan hjá Effo øktist munandi í 2021. Samlaða sølan í 2021 í móðurfelagsroknskapinum var 972,2 mió.kr., sum er heilar 202 mió.kr. ella 26 prosent hægri enn í 2020. Orsøkin sambært ársfrágreiningini hjá Effo er upplýst at verða hækkandi oljuprísur og eisini ein hækkaður dollarakursur, sum er gjaldoyra, sum olja vanliga verður keypt við. Tí skal økta sølan á 26 prosent síggjast í eini tilsvarandi øktum vørukeypið av serliga oljuúrdráttum, sum harvið ávirkar ein øktan søluprís í 2021.
Bruttovinningurin, sum er munurin millum samlaðu søluna og framleiðslukostnað, minkaði úr 139 mió.kr. í 2020 til 136,9 mió.kr. í 2201. Minkingin er 2 mió.kr., ella 1,5 prosent.
Úrslitið áðrenn avskrivingar og rentur, eisini nevnt ebidta, var 64,6 mió.kr. í 2021, sammett við 63,3 mió.kr. í 2020. Hækkingin var 1,3 mió.kr. ella 2 prosent.
Partafelagsskattur at rinda var 10,9 mió.kr. av úrslitinum áðrenn skatt á 50,4 mió.kr. í 2021.
Ársúrslitið fyri 2021 vísir eitt avlop upp á 39,5 mió.kr. sammett við 39,8 mió.kr. í 2020. Talan er um eina marginala minking í ársúrsltinum á -0,8 prosent í 2021.
Av ársúrslitinum hevur aðalfundurin samtykt at rinda eigarunum 29 mió.kr. í vinningsbýti.
Fíggjarjavnin
Fíggjarjavnin hjá Effo javnvigaði í 2021 við 358,1 mió.kr., sum er 79 mió.kr. meira enn í 2020.
Støðisogn íalt var 181 mió.kr. í 2021 sammett við 155,6 mió.kr. í 2020. Serliga sæst at kapitalpartar í atknýttum feløgum í 2021 eru øktir við 28 mió.kr.
Ogn í umferð er somuleiðis økt úr 278,7 mió.kr. í 2020 til 358,1 mió.kr. í 2021.
Samlaða skuldin hja Effo øktist úr 148,9 mió.kr. til 215,9 mió.kr. í 2021, sum svarar til eina øking á 25,6 mió.kr., ella 17 prosent. Langfreistaða skuldin var í 2021 41,5 mió.kr og stuttfreistaða skuldin 174,5 mió.kr.
Eginpeningurin hjá Effo í 2021 var 139,5 mió.kr. íroknað tær 29 mió.kr., sum vóru avsettar til vinningsbýti í 2021.
Trygdarevnið, sum er er eginpeningur í mun til samlaðu skyldur, var 38 prosent í 2021, sammett við 46 prosent í 2021.
Gjaldførið hjá Effo, um hugt verður eftir gjaldførislutfallinum, er økt úr 92 í 2020 til 102 prosent í 2021. Tøkur peningur við ársenda 2021 mió.kr. var 20 mió.kr.
Ognaravkastið, sum sigur hvussu rakstrarlønsemið hevur verið í mun til samlaða fíggjarjavnað, var 14 prosent í 2021, sammett við 19 prosent í 2020. Hóast eitt fall er framvegis talan um eitt gott ognaravkast.
Eginpeningsavkastið, sum vísir hvat úrslitið hevur givið eigarunum í avkastið á eginpeninginum, var 29 prosent í 2021 móti 27 prosent. Hetta er eisini eitt gott avkast. Somuleiðis má viðmerkjast at eigaranir hava fingið 29 mió.kr. útgoldnar, sum má metast at vera gott.
Samanumtikið má aftur í ár staðfestast, at Effo hevur haft ein stak góðan roknskap fyri 2021. Raksturin hevur verið góður og hevur Effo megna í mong ár at hava góð og støðug rakstrarúrslit.
Effo upplýsir í roknskapinum, at talið av starvsfólkum í 2021 var í alt 100 ársverk.
Stjóri í Effo P/F er Janus Thomsen. Nevndarformaður er Árni Rasmussen.
Í roknskapinum verður upplýst, at P/F Tjaldur og Kolan Aps, Hirtshals, hava avgerðandi ávirkan á Effo P/F. Hetta merkir at teir samanlagt eiga meira enn 50 prosent ella sita á meirlutanum av stemmunum í felagnum.
Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen, frá ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f. www.nira.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald