Smábátur rendi á land norðanfyri Selatrað

Hetta hendi seint fyrrapartin. Rescue Vón varð boðsendur, men ein útróðrarbátur sleipaði bátin av aftur

Rescue Vón varð boðsendur, men ein útróðrarbátur sleipaði bátin av aftur (Mynd: Ólavur Frederiksen)

Rescue Vón varð boðsendur, men ein útróðrarbátur sleipaði bátin av aftur (Mynd: Ólavur Frederiksen)

2023-08-22 17:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Vørn boðar á heimasíðu sínari frá, at ein bátur rendi á land norðanfyri Selatrað stutt fyri middag.

- Ein smábátur rendi á land í Sundalagnum, norðanfyri Selatrað. Báturin fór uppá turt og mátti sleipast av aftur. Rescue Vón bleiv boðsend, men áðrenn hon kom á staðið, hevði ein útróðrarbátur sleipa bátin av aftur, stendur á vorn.fo

MRCC/TR, Rescue Vón og løgreglan luttøku, tó at tað samanumtikið ikki varð neyðugt við hjálp.

Tað framgongur ikki, hví báturin endaði, sum hann gjørdi.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder