2023-11-02 07:58
Um 18-tíðina í gjárkvøldið varð boðað frá eldsbruna á einum spæliplássi í Streymnesi.
Eldur var í einum spælihúsi. Sløkkiliðið varð fráboðað og sløkti eldin. Eisini løgreglan varð send á staðið, og her kundi staðfestast at tað vóru tveir ella tríggir smádreingir, allir undir 15 ár, sum høvdu verið inni í húsinum og spælt við eld har inni.
Dreingirnir høvdu mist tamarhaldið á eldinum, og logarnir kyndu í sjálvt húsið, sum fekk fitt av skaða.
Løgreglan ger ikki meira við málið enn at skriva eina frágreiðing til sosialu myndugleikarnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald