Innanlands

Smádrongur árendur við svimjihøllina í Havn

Sjúkrabilur kom á staðið, eftir at ein bilur hevði bakkað og rakt drongin - løgreglan sigur tó, at har var heilt lítið av ferð á bilinum, og einki bendir á, at tað var heilt álvarsligt

Tað er heldur óvist, húst hvat hendi og hví. Smádrongurin fór við sjúkrabilinum og á Landssjúkrahúsið til kanningar - hetta fyri at binda um heilan fingur

Tað er heldur óvist, húst hvat hendi og hví. Smádrongurin fór við sjúkrabilinum og á Landssjúkrahúsið til kanningar - hetta fyri at binda um heilan fingur

2025-01-10 07:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað kom órógv á, á parkeringsøkinum uttanfyri svimjihøllina í høvuðsstaðnum seinnapartin í gjár. 

Umleið klokkan 14.15 fekk løgreglan eina fráboðan, ið ljóðaði ógvuliga álvarsom.

Sjúkrabilur varð sendur á staðið, tí ein smádrongur var árendur, og løgreglan kom eisini til svimjihøllina.

Tað er óvist, júst hvat hendi og hví, men talan var um ein bil, ið skuldi bakka av økinum. Um førarin hevði verið óansin, ella um drongurin brádliga og av óvart var komin fyri, kundi vaktleiðarin á løgregustøðini ikki siga.

Tað er heldur ikki vist, hvat hendir víðari í málinum hjá løgregluni.

Men í mun til støðuna hjá dronginum, so upplýsir løgreglan, at smádrongurin fór við sjúkrabilinum og á Landssjúkrahúsið til kanningar - hetta fyri at binda um heilan fingur.

Sambært rapportini bendir tíbetur einki á, at tað var heilt álvarsamt. Bilurin hevði bakkað við heilt lítið av ferð.

Vaktleiðarin fekk tó ikki sagt nakað um, hvørt lítli drongurin varð innlagdur ella ikki.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder