Uttanlands

Smádrongur deyður í Grønlandi eftir hundbit

Kom ov nær nøkrum leinkjaðum sletuhundum

2023-03-21 09:07 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder


Ein seks ára gamal drongur í Aasiaat í Grønlandi hevur latið lív eftir at vera bidin av hundum. Tað skrivar grønlendska løgreglan í tíðindaskrivi.

Løgreglan fekk í gjá kl. 12.45 boð um, at ein persónur var álopin av hundum í leinkjum nærhendis skífelagið í býnum.

Tá løgreglan kom á staðið, kundu tey staðfesta, at talan var um ein seks ára gamlan drong, skrivar KNR.

Staðfest var seinni, at drongurin var deyður av skaðunum hann hevði fingið.

Onnur javngomul børn sóu hendingina, og hava fyri løgregluni greitt frá, at drongurin var farin ov nær hundunum, so at teir høvdu fingið aftur á honum.

Kommunan hevur sett tilbúgving í verk at hjálpa teimum nærmastu, sigur løgreglan í tíðindaskrivinum.

Í samstarvi við hundafangaran hjá kommununi, eru teir fýra sletuhundarnir nú avlívaðir. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder