Einmalt og Havnar Klubbi bjóða nú til fyrstu whiskysmakkingina í vetur. Tað verður í Havnar Klubba fríggjakvøldið.
- Bulurin í smakkingini er óheftar avtappingar av Speyside, sum verða suppleraðar av eini aðrari avtapping í hvør sínum enda, sigur Ronnie Thomassen frá Einmalt.
- Vit skulu royna eina sjáldsama blend frá Cadenheads, eins og vit enda við eini serligari avtapping “Ardbog” frá Ardbeg Distillery, sigur Ronnie Thomassen, sum tekur sær av smakkingini og greiðir frá um hvørt slag av fínu dropunum.
Einmalt hevur í fleiri ár havt whiskysmakkingar, men hetta er triðju ferð, at smakkingin er í Havnar Klubba. Seinast var í summar, tá góð uppmøting var.
Pláss er fyri 30 luttakarum, og til ber at melda seg til á Facebooksíðuni hjá Einmalt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald