Hósdagin 28. mai gav bólkurin Starlight út nýggja staklagið. "Smíl og Tár".
Talan er um fimta lagið, sum bólkurin gevur út, og ta triðja lagið hjá bólkinum í ár.
– Temaið í "Smíl og Tár" er minnini um ein góðan ungdómsvin. Flestu fólk kenna til at sakna onkran, sum tey hava kent væl, og sum nú farin er um sýn. Sangurin er um vinir, ið farnir eru, um góð minnir um teir, skrivar bólkurin í tíðindaskrivi.
Kári Lisberg gjørdi lagið, og Jóhan Martin Jacobsen setti orðini saman. Niclas Johannesen hevur framleitt sangin, og Óli Poulsen hevur ljóðblandað.
Manningin í Starlight er henda:
Jákup Hansen, sang og kórsang
Fimmboði Lisberg, sang, kórsang og kassaguitar
Jóhan Martin Jacobsen, el-guitarar
Kári Lisberg, bass
Sámal Samuelsen, trummur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald