19 ára gamli bretin Joseph Flavill fekk ógvusligan heilaskaða, eftir hann varð árendur av einum bili í mars í fjør, umleið tríggjar vikur áðrenn Bretland lat aftur fyri fyrstu ferð í eini roynd at steðga smittuspjaðingini.
Síðan tá hevur tannáringurin ligið í koma, og nú, eitt ár seinni, byrjar hann spakuliga at vakna aftur til ein broyttan heim.
Joseph Flavill veit ikki av, at heimurin í løtuni er mitt í einari farsótt, hóast hann sjálvur hevur verið smittaður við koronavirusinum tvær ferðir.
Seinasta árið hevur familja hansara heldur ikki kunnað verið nógv hjá honum orsakað av strongu avmarkingunum, og hava tey næstan bara roynt at samskift við hann gjøgnum video.
Men nú er hann byrjaður at koma fyri seg aftur. Joseph Flavill hoyrir og skilir tað, sum verður sagt við hann, men sjálvur fær hann ikki gjørt so nógv fyri at svara, sigur fastir hansara, Sally Flavill við Reuters.
Seinasta árið hevur Stórabretland skrásett nærum fýra mió. smittutilburðir og fleiri enn 110.000 andlát, og Sally Flavill veit ikki, um Joseph nakrantíð verður førur fyri at skilja støðuna.
Enn er hann rættiliga sjúkur, og fer tað at vara rættiliga leingi, áðrenn hann kann fara aftur til nakað, sum minnir um eitt vanligt lív aftur.
Í løtuni fær hann viðgerð á einum stovni í Stoke-on-Trent í Onglandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald