Innanlands

Smittan leys í Føroyum

Tvey fólk hava seinastu dagarnar fingið staðfest koronu uttan at vita, hvør hevur smittað tey

Lars Fodgaard Møller (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Lars Fodgaard Møller (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-05-22 13:46 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Enn er nakað tíðliga at herða koronatiltøkini, tí enn er lítil smitta í Føroyum, sigur landslæknin. Men greitt er, at tveir persónar seinastu dagarnar hava fingið staðfest koronu uttan at vita hvør hevur smittað tey.

- Hetta hava vit ikki uplivað síðani einaferð í desember, at vit ikki vistu hvar smittan kom frá. Seinast vit høvdu smittu frá persóni til persón var 14. januar, og síðani hevur einki verið, fyrr enn nú, greiðir Lars Fodgaard Møller, landslækni, útvarpinum frá.

- Alsamt fleiri vera koppsett, og upp á tann máta hava vit serliga vart tey veiku og gomlu, so sjúkrahúsverkið ikki kemur undir trýst og at fólk helst ikki fara at doyggja av hesum, sigur Lars Fodgaard Møller.

Í løtuni eru fýra fólk í Føroyum positiv við koronu. 25 fólk eru í sóttarhaldi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder