Uttanlands

Smittandi brasilskt koronafrábrigdi staðfest í Danmark

Tað boðar danski heilsumálaráðharrin frá á Twitter í dag

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2021-03-03 15:13 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyrsti tilburðurin av brasilska koronafrábrigdinum, ið kallast P1, er nú funnið í Danmark, skrivar dr.dk.

Tíðindini koma frá Twitter-vanganum hjá heilsumálaráðharranum, Magnus Heunicke.

Brasilska frábrigdið verður – eins og tað bretska – mett at vera meira smittandi enn onnur frábrigdi, og tí verður ansað serliga eftir hesum.

Ráðharrin upplýsir, at serlig smittusporing nú er sett í verk.

P1 er sama frábrigdi, sum hevur rakt milliónabýin Manaus í Amazonas skóginum serliga hart.

Eitt brasilskt koronafrábrigdi – óvist um talan er um tað sama – varð skrásett í Føroyum miðskeiðis í januar mánaði. Men viðkomandi náddi ongantíð at bera smittuna víðari her á landi.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder