Innanlands

Smittutalið ikki so nógv at týða - hyggja heldur eftir avleiðingunum í samfelagnum

Um tað er soleiðis, at samfelagskritiskar tænastur ikki kunnu veitast ella at Sjúkrahúsverkið kemur undir trýst, so fara vit at mæla til avmarkingar. Tað er ikki støðan enn, hóast upp ímóti 700 tilburðir vórðu staðfestir í gjár, greiðir Lars Fodgaard Møller, landslækni, frá

Lars Fodgaard Møller, landslækni (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Lars Fodgaard Møller, landslækni (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-01-18 14:30 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað, at upp ímóti 700 tilburðir vórðu staðfestir í gjár, broytir ikki so nógv, segði Lars Fodgaard Møller, landslækni, við útvarpið fyri løtu síðani.

- Vit hyggja ikki so nógv eftir samlaða smittutalinum. Heldur hyggja vit eftir avleiðingunum. Um tað er soleiðis, at samfelagskritiskar tænastur ikki kunnu veitast ella at Sjúkrahúsverkið kemur undir trýst, so hittist farsóttarnevndin at fundast um hetta, og fer at ráðgeva landsstýrinum um avmarkingar.

Hann greiðir frá, at tað sunnudagin vóru gjørdar knappar 3000 kanningar og 415 positiv. Í gjár vóru umleið 5000 kanningar gjørdar og upp ímóti 700 fólk eru positiv. So økingin í tilburðum er tilsvarandi við, at nógv fleiri kanningar eru gjørdar.

Ikki ber til at siga beinleiðis orsøkina til høgu smittuútbreiðsluna, og heldur ikki ber til at geva hondbóltinum um vikuskiftið skylduna, sigur hann.

- Tað er nógv sum spælir inn. Seinastu vikuna hava vit havt vaksandi trend, so tað eru nógvir faktorar. Eisini hava vit linkað um tilmælini um sóttarhaldið, og tað merkir at tað er størri møguleiki at verða smittaður.

Michael Boolsen, formaður í farsóttarnevndini, segði í gjár, at steðgað verður at kannað fólk við landamarkið frá 31. januar, og at fólk við triðja priki og eru tøtt kontakt, sleppa undan sóttarhaldi. Høgu tølini í dag broyta einki í mun til hesi tilmælini.

Les eisini: Gularót til tey sum hava aktað og fingið trý prik

Sjálvt um vit hava hesi skjótt vaksandi smittutølini, so hava vit ikki sæð stóra ávirkan á Sjúkrahúsverkinum við nógvum innløgdum. Og tá fólk blíva innløgd er tað sjáldan at sjúklingarnir hava brúk fyri intensivari viðgerð, greiðir landslæknin útvarpinum frá.

Seinastu dagarnar hevur talið av innløgdum av koronu ligið niðri á fimm.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder