
Fyri viku síðani var talið av koronusmittaðum í Føroyum 132. Nú er hetta talið 80.
Seinastu níggju dagarnar hevur talið av dagligum tilburðum ligið undir tíggju, og positivprosenti hevur í høvuðsheitinum verið lágt. Samstundis eru nógv staðfest frísk aftur.
Í kanningum í gjár, 21.07, vórðu níggju tilburðir staðfestir.
- Ein persónur fekk staðfest smittuna við komu til Føroyar, og ein við endurkanning dagin eftir komu. Tvey eru staðfest smittað tveir dagar eftir komu og ein fjórða dagin eftir komu. Seinastu fýra eru smittað í Føroyum av kendum smittukeldum, skrivar corona.fo.
Harvið er tamarhald á smittukeldunum, og í gjár vórðu tjúgu fólk eisini staðfest frísk.
Tað er framvegis ikki upplýst á corona.fo, hvussu nógvar kanningar vórðu gjørdar í gjár. Ein persónur við koronu varð innlagdur fyrr í vikuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald