
Talið á positivum í løtuni er í dag farið úr 773 og niður á 755.
Orsøkin er, at nakað væl færri tilburðir vóru staðfestir í gjár enn tað annars hava verið seinastu dagarnar.
55 nýggir tilburðir vóru staðfestir í gjár meðan 72 gjørdust frísk aftur eftir at hava fingið staðfest koronu.
Hetta er fyrstu ferð síðani nógvu tilburðirnir byrjaðu at koma fyri meira enn tveimum, at vit eru farin niður í aktivum smittaðum.
3.664 kanningar vórðu gjørdar í gjár. Tað merkir, at tað nú eru gjørdar fleiri enn ein hálv millión koronukanningar í Føroyum.
Sjey fólk eru innløgd á Sjúkrahúsverkinum við koronu. Tað eru tvey fólk færri enn í gjár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald