Uttanlands

Smittutilburðirnir í USA halda fram at vaksa

Fyri fimtu ferð í átta dagar varð met sett fyri nýggjar smittutilburðir

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-07-02 06:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í USA hava tey skrásett 52.000 nýggjar tilburðir av koronavirus hetta seinasta samdøgrið.

Seinastu átta dagarnar er sostatt met sett fimm ferðir fyri dagar við hægsta smittutali.

Í statunum North Carolina, Tennessee og Texas vórðu eisini sett met fyri nýggjar smittutilburðir – í Texas vóru 8.000 nýggir tilburðir skrásettir mikudagin.

Í USA eru tey nu næstan komin upp á 2,7 milliónir smittað, og 128.000 fólk eru nú deyð við koronavirus, og tað órógvar leiðandi heilsuráðgevan í USA, Anthony Fauchi.

- Tølini tala fyri seg sjálvi, men eg harmist og eri als ikki nøgdur við tað sum hendir, tí tað gongur skeiva vegin, sigur hann sambært AP tíðindastovuni.

Av tí at fleiri nýggir tilburðir nú verða staðfestir, eru tað eisini fleiri statir, sum halda aftur við upplatingini av samfelagnum. Minst 16 av statunum hava støðga ætlaðum upplatingum tí smittutølini nú aftur eru vaksandi.

Til dømis tók New York avgerð um ikki, sum ætlað, at lata matstovurnar upp aftur í komandi viku.

Miami hevur ætlanir um at seta útgongubann í gildi um náttina frá í kvøld at døma fyri at royna at støðga spjaðingini. Og í Kalifornia hava 70 prosent av fólkunum ikki møguleika fyri at fara á barr ella eta á matstovu innandura, skrivar dr.dk.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder