Innanlands

Smittutølini vaksandi men færri innløgd

48 koronutilburðir vórðu staðfestir í gjár

Koronudeildin á Landssjúkrahúsinum (Mynd: Sverri Egholm)

Koronudeildin á Landssjúkrahúsinum (Mynd: Sverri Egholm)

2021-11-29 15:52 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eftir at tað fríggjadagin vóru staðfestir heilir 64 tilburðir, vóru tølini leygardagin eitt sindur lægri, og tá varð komið niður á 34.

Nú eru aftur nógvir tilburðir. Í gjár vóru 48 tilburðir staðfestir í Føroyum vísa nýggjastu tølini hjá myndugleikunum.

1.717 kanningar vórðu gjørdar.

430 aktivir tilbuðir, og hóast hetta talið er vaksið nakað seinastu dagarnar minkar talið á innløgdum. Í fleiri dagar hevur talið á innløgdum ligið á sjey. Síðani er talið farið fyrst niður á fimm, og nú eru trý fólk innløgd við koronu í Sjúkrahúsverkinum.

624 fólk eru í sóttarhaldi.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder