Innanlands

SMS aftur eitt gott úrslit fyri 2021

Botnlinjan vísir eitt avlop upp á 31,4 mió kr. og 20 mió kr. verða latnar í vinningsbýti til eigararnar

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2022-04-09 17:02 Author image
Birgir Nielsen, Nira
placeholder

Føroya størsta handilsstað er S.M.S. í Havn, sum á fyrsta sinni lat upp í 1977. Tað var kendi vinnulívsmaðurin Hans Mortensen, sum tá var høvuðsstigtakarin og stóri.

Síðani er S.M.S alsamt útbygt fleiri ferðir, soleiðis at tað í dag eru 28 handlar og matstovur í sølumiðstøðuni. Í dag er tað Niels Mortensen, sum er stóri og annar av partaeigarunum í felagnum.

Umframt stóra virksemið í S.M.S. eigur felagið eisini fleiri dótturfeløg. Nevnast kunnu Miðlon P/F, Dvøljan, Rumbul, Power Føroyar og Burn Fitness, sum hvør sær eisini hava stórt virksemið.

Niðanfyri viðgerða vit samtaksroknskapin (kosern roknskapin) hjá S.M.S. P/F:

Rakstraroknskapurin

Roknskapurin hjá S.M.S. P/f vísur at nettosølan øktist úr 575,6 mió.kr. í 2020 til 606 mió.kr. í 2021, sum er ein vøkstur á 5,3 prosent.

Samlaðu starvsfólkakostnaðirnir í 2021 vóru 102,3 mió.kr., sum er ein vøkstur á 9,9 prosent í mun til 2020.

S.M.S. P/F er eitt stórt arbeiðspláss eftir føroyskum mátistokki. Í alt starvaðist 275 starvsfólk í fyritøkuni í 2021.

Úrslitið áðrenn avskrivingar í 2021, eisini nevnt Ebidta, var 64,3 mió.kr., sammett við 54,2 mió.kr. í 2020, sum gevur ein vøkstur á 18,6 prosent.

Ársúrslitið hjá S.M.S. P/F  í 2021 var eitt avlop á 31,4 mió.kr. sammett við 32,3 mió.kr. í 2020. Tá hevur S.M.S. fyri 2021 úrslitið rindað 6,1 mió.kr. í partafelagsskatti til landskassan.

Aðalfundurin hevur sett 20 mió.kr. av til vinningsbýti til eigararnar.

Fíggjarstøðan

Fíggjarjavnin hjá S.M.S. P/F samtakinum var 368,2 mió.kr. í 2021, sum er áleið sama støði sum i 2020, tá samlaða ognin var 366,5 mió.kr.

Støðisognirnar øktist úr 267,3 mió.kr. í 2020 til 272,3 mió.kr. í 2021.

Ogn í umferð var 94 mió.kr. í 2021 sammett við 97,1 mió.kr. í 2020.

S.M.S. P/F er væl fyri fíggjarliga. Eginognin er økt úr 120,6 mió.kr. í 2020 til 139 mió.kr. í 2021. Trygdarevnið er tískil økt úr 32,9 prosentum í 2020 til 37,8 prosent í 2021.

Langfreistaða skuldin er fallin úr 150,3 mió.kr. í 2020 til 130,5 mió.kr. í 2021. 

Stuttfreistað skuld er økt úr 83,1 mió.kr. í 2020 til 85,2 mió.kr. í 2021.

Partaeigararnir í S.M.S: P/F eru NM Holding Sp/f og Enniberg P/F.

Stjóri í S.M.S. P/F er Niels Heini Mortensen og nevndarformaður er Christian Fríbjart Andreasen.

Greiningin er gjørd av ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f.  www.nira.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder