Vinnudagurin hjá Vinnuhúsinum hevur í dag verið í Norðurlandahúsinum, og fyri lítlari løtu síðani var stóra løtan, tá ársins virki skuldi avdúkast.
Góðu fíggjarligu úrslitini og atliti til sosiala og umhvørvisliga burðardygd eru høvuðsorsøkin til, at ein samd dómsnevnd hevur valt P/F SMS sum Ársins Virki 2022
Virksemið ið byrjaði í 1977, og fyri fimtan árum tók annað ættarlið við, tá ið sonurin tók við sum stjóri eftir pápan, og har hevur hann útivið 700 fólk á lønarlistanum, svarandi til 275 ársverk. Har arbeiða skúlaungdómar, handilsfólk, handverkarar, bakarar, kokkar og slaktarar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald