Innanlands

Smugglaði knapt 50 gramm av hassji innvortis

Ungur maður avdúkaður fyri smuggling á flogvøllinum í gjár

2022-03-31 12:07 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein maður síðst í tjúgunum varð í gjár hildin aftur á flogvøllinum undir illgruna fyri at hava smugglað rúsevni innvortis.

Maðurin varð tikin til Havnar og kannaður og skannaður. Skannarin kundi staðfesta, at hann hevði okkurt í sær, og løgreglan skuldsetti tí hann fyri smuggling av beint undir 50 grammum av hassji.

Tá maðurin hevði gjørt burtur av sær, og hald varð lagt á rúsevnini, varð maðurin leyslatin aftur, upplýsir vaktleiðarin á politistøðini. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder