![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Ein sjey ára fongsulsrevsing fyri at smugla 42 kilo av rúsevni við Norrønu til Íslands, stendur við. Tað skrivar íslendski miðilin DV.
Landsrætturin hevur staðfest dómin hjá býarrætinum í Reykjavík frá februar í ár, tá ein týskari og ein rumeni fingu sjey ára fongsulsrevsing fyri at smugla 37,8 kilo av amfetamini og næstan fimm kilo av kokaini til Íslands.
Hetta eru millum størstu mongdirnar, sum nakrantíð eru avdúkaðar smugglaðar til Íslands.
Rúsevnið royndu teir at fjala í einum serútgjørdum Austin Mini Cooper bili, undir viðførisrúminum. Narkohundar í Seyðisfirði komu fram á stóru mongdina av rúsevni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald