Innanlands

Smyril avlýsir fleiri túrar í morgin

Orsøkin er viðlíkahaldsarbeiði av sprinklaraskipanini á bildekkinum

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-01-16 09:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morgin, mánadagin 17. januar, eru fleiri túrar á Suðuroyarleiðini avlýstir, boðar Strandferðslan frá.

Tað er vegna viðlíkahaldsarbeiði av sprinklaraskipanini á bildekkinum á Smyrli, at túrarnir av Havnini klokkan 08.45 og av Krambatanga klokkan 11.30, ikki verða sigldir.

Siglt verður av Krambatanga klokkan seks og klokkan 18.45, og av Havnini klokkan 16 og 21.15.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder